Sjey føroysk mál í tapi hjá Ajax á útivølli

Ajax er fjórðaftast í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingaliðið, Ajax tapti fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini í hesum árinum.

 

Ajax tapti á útivølli 27-29 fyri Sønderjyske. Sønderjyske var á odda 16-14 í steðginum.

 

Føroysku leikararnir hjá Ajax gjørdu sítt. Súna K. Hansen skoraði fýra mál, legði upp til fimm mál, og vann liðnum eitt brotskast. Lív S. Poulsen skoraði trý mál.

 

Ajax er fjórðaftast í deildini við sjey stigum.

 

Komandi mikukvøld tekur Ajax móti Esbjerg, ið er triðfremst í deildini við 17 stigum. Tá liðini hittust í Esbjerg vann Ajax 19-15 (13-12).