Stór venjaraútskifting verður eftir øllum at døma í Effo-deildini komandi kappingarár. Í øllum førum er greitt at heili sjey lið, sum komandi kappingarár fara at spæla í Effo-deildini, í løtuni ikki hava sáttmála við nakran venjara.
Tey sjey feløgini eru Víkingur, NSÍ, HB, TB/FCS/Royn, Skála, 07 Vestur og AB. Og endar tað við, at 07 Vestur flytir niður, og B68 flytir upp, hevur B68 heldur ikki sáttmála við nakran venjara til komandi kappingarár.
Sostatt eru tað sjey venjarakabalir, ið skulu ganga upp innan fáar mánaðir. Nógvar gitingar eru í løtuni um, hvussu kabalirnar fara at ganga upp. Har tykist breið semja vera um, at tey trý oddaliðini, Víkingur, NSÍ og HB, øll bíða eftir hvat Víkinga-venjarin, Sámal Erik Hentze, fer at gera til komandi kappingarár.
Tað tykist eisini vera ógvuliga sannlíkt at Sorin Anghel fer at avloysa Kára Reynheim sum venjari hjá AB. Í Suðuroy tykist eisini heilt víst vera, at felagið fer at fáa nýggjan venjara fyri skotska Maurice Ross til komandi kappingarár.
Størri óvissa tykist vera um, hvat hini feløgini gera. Í løtuni verður telvað nógv innanhýsis í feløgunum um hvussu alt fer at vera. Men tað kann í førum staðfestast, at í løtuni eru tað heili sjey feløg, sum komandi kappingarár fara at spæla í Effo-deildini, ið ikki hava sáttmála við nakran venjara.