Sjey fólk blivu særd í einum kníválopið í miðbýnum í París seint í gjárkvøldið. Franska løgreglan hevur handtikið ein mann aftaná álopið, veit tíðindastovan AFP at siga.
Sambært tíðindastovuni Ritzau er framvegis einki, sum bendir á, at talan var um yvirgangsálop. Keldur í løgregluni siga, at handtikni maðurin er afganskur ríkisborgari.
Støðan hjá fýra teirra er álvarsom, sigur franska løgreglan sambært AFP.
Álopið hendi stutt eftir klokkan ellivu í gjárkvøldið í landnyrðingspartinum av miðbýnum í París.
Ein trygdarvørður í einum biografi sigur, at hann sá ein mann, sum longu hevði lopið á ein bólk av fólkum, verða jagstraðan av tveimum monnum, sum royndu at steðga honum.
- Hann hevði eitt jarnrør í hondini, sum hann tveitti eftir monnunum, sum jagstraðu seg, og so dró hann knívin fram, sigur trygdarvørðurin við AFP.
Eitt annað eygnavitni – 28-ára gamla Youssef Najah – sigur, at hann gekk fram við Canal de l’Ourcq, tá hann sá ein mann koma rennandi við einum 25 til 30 sentimetra longum knívi.
- Eini 20 fólk vóru rundan um hann. Tey byrjaðu at tveita petanque-kúlur eftir honum, sigur Youssef Najah við AFP.
- Eini fýra kúlur raktu hann í høvduð, men kundu ikki steðga honum, sigur hann. Sama vitni sigur, at maðurin royndi at fjala seg í eini gøtu aftan fyri tvey bretsk ferðafólk.
- Vit bóðu tey ansa eftir, tí hann hevði ein knív, men tey reageraðu ikki, segði vitni. Maðurin stakk síðani teir báðar bretarnar, sigur hann.
Kelda: Ritzau