Donsku politikararnir viðgera í løtuni spurningin um at lata donsk flogfør taka lut í átakinum ímóti Libya. Stjórnin hevur gjørt av at senda fýra F16-jagaraflogfør, eitt eykaflogfar og eitt flutningsflogfar til Suðurevropa, har tey skulu vera við til at tryggja flúgviforboðið, sum ST-trygdarráðið samtykti at seta íverk ímóti Libya í gjárkvøldið.
Gitte Lillelund Bech, verjumálaráðharri, sigur, at tey fonsku flogførini eru til reiðar at fara úr Danmark í morginári, og at tilsamans verða umleið 100 fólk knýtt at danska íkastinum.
Áðrenn flogførini verða send avstað, skal stjórnin tryggja sær undirtøku frá meirilutanum av Fólkatinginum, men tað er eingin trupulleiki.
Noreg er eisini sinnað at taka lut í átakinum í Libya, men stjórnin hevur ikki gjørt av, hvat Noreg fer at gera.