Sjey deyð av bilbumbu í Bagdad

Sjey fólk doyðu, tá ein bilbumba brast í einum shiamuslimskum býarparti í Bagdad í kvøld. Sambært keldum í irakska innanríkisráðnum vórðu minst 22 fólk særd. Spreingingin í kvøld er fyribils tann seinasta í einari røð av bumbuspreingingum, sum hava verið um alt Irak teir seinastu dagarnar.

Fyri tveimum døgum síðani vóru fleiri skipaðar atsóknir við bumbum og hondvápnum, og iraksklu myndugleikarnir siga, at tað vóru yvirgangsmenn hjá al-Qaeda, sum skipaðu fyri.

Minst 125 fólk eru deyð í teimum nógvu atsóknunum.