Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ferðslukanningarnar í gjár førdu til tilsamans sjey mál.
- Tríggjar bøtur vórðu givnar, tí bilførarar ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, og tveir bilførarar snakkaðu í handhildnari fartelefon.
Løgreglan sigur, at tveir bilførarar koyrdu móti ferðsluni í rundkoyringini á Gerðisvegi í Saltangará.
- At koyra ímóti ferðsluni gevur í hesum førinum klipp í koyrikortið. Síðan fekk ein bilførari bót fyri at koyra við píkadekkum.
Løgreglan hevur áður verið á staðnum við rundkoyringina á Gerðisvegi, og hetta er ikki fyrstu ferð, at bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið.
Hóast løgreglan ikki sær allar hendingarnar, har koyrt verður skeivan veg í rundkoyringini, so eru tað onnur, sum síggja tað.
Tí kunnu bilførarar, sum koyra um hesar leiðir, ikki rokna við, at hetta er seinastu ferð, at løgreglan kannar ferðsluna við hesa rundkoyring.