Sjey bilførarar ansaðu ikki eftir børnunum

Løgreglan hevur kannað bilar, sum koyrdu børn í skúla

Av og á ger løgreglan ferðslukanningar á skúlavegum kring landið at vita, um bilførarar, sum koyra børn í skúla, spenna børnini í trygdarbelti.

 

Upp undir skúlatíð í morgun, gav løreglan seg til støðu við skúlavegin í Klaksvík at kann bilførarar, sum koyrdu børn í skúla.

 

Løgreglan sigur, at heili 70 bilar vórðu kannaðir og av teimum fingu seks bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at hava spent tey í trygdarbelti.

 

Hetta er ikki ein óvanligur trupulleiki, at bilførarar ikki spenna børnini í trygdarbelti, tá ið tey verða koyrd í skúla.

 

Men løgreglan hevur samstundis eina fatan av, at á hesum øki er støðan frægari enn hon er kring landið.