Í gjáramorgunin var løgreglan aftur á ferð at kanna ferðsluna. Hesa ferð vóru tey við Gøtugjógv á einum vegastrekki í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Og tað var ikki til fánýtis, tí úrslitið var, at heili sjey bilførarar fingu eina áminning um, hvussu teir skulu bera seg at í ferðsluni.
Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og teir fáa 2.500 krónur í bót, hvør. Harafturat vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu, og tað kostar hvørjum einstøkum av teimum eina bót upp á 1.000 krónur.