Sjey børn sluppu við lívinum

Sjey av teimum 22 børnunum, sum vóru í spanska vanlukkuflogfarinum, sluppu við lívinum 22 børn vóru í spanska flogfarinum, sum fór út av breytini á flogvøllinum í Madrid í gjár, og nú skrivar bretska blaðið Daily Mail, at sjey av børnunum sluppu frá vanlukkuni við lívinum.

Talan er millum annað um tvey børn, sum eru yngri enn tvey ár, skrivar bretska blaðið.

Sponsku myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at 153 av teimum 172, sum vóru í flogfarinum, høvdu latið lív.

Samstundis er komið fram, at flogfarið hevði útsett fráferðina orsakað av tekniskum trupulleikum, men hvørki myndugleikarnir ella flogfelagið vilja siga nakað um, hví vanlukkan hendi.

Tríggir sviar vóru í vanlukkuflogfarinum, og í hvussu er ein teirra - ein kvinna - slapp við lívinum, sigur uttanríkisráðið í Stockholm.