Sjey børn deyð undir Ikea-kommodum

Hóast Malm-kommodur hjá Ikea vórðu afturkallaðar í USA fyri meira enn einum ári síðan, verða tær framvegis seldar í Danmark.

Hóast Malm-kommodurnar hjá Ikea vórðu afturkallaðar í USA fyri meira enn einum ári síðan, verða tær framvegis seldar í stórum stíli í Danmark.

 

Í fjør gjørdist tað alment kent, at sjey børn hava fingið hesar kommodur oman yvir seg og eru deyð.

 

Tí hevur Ikea í USA afturkallað kommodurnar.

 

Nú vísir tað seg, at Malm-kommodurnar hava kravt enn eitt offur. Tað var í mai í ár, at tvey ára gamli, Jozef Dudek úr Kalifornia, doyði, tá enn ein kommoda av slagnum koppaði.

 

Meðan smádrongurin lá og svav til døgurða, koppaði kommodan, hóast drongurin var einsamallur inni á kamarinum.

 

Tað skrivar tíðindastovan ABC.

 

Sambært Nancy Cowels, sum starvast hjá Trygd Barnanna, er nýggi deyðstilburðurin eitt tekin um, at tað framvegis eru nógvir amerikumenn, sum hava hesar kommodur heima.

 

Hetta líkar henni ikki, og hon heldur, at Ikea skuldi gjørt meira fyri at fingið kommodurnar aftur.

 

Nancy Cowels metir, at bert eini trý prosent hava latið kommodurnar inn aftur, og tískil heldur hon, at miljónir mugu standa kring um í amerikanskum heimum.

 

Í Danmark eru umrøddu kommodur ikki afturkallaðar, og her hava eftir øllum at døma heldur ikki verið slíkar vanlukkur, sum eru kendar aðrastaðni.

 

Rikke Andersen, sum er eitt av talsfólkunum hjá Ikea í Danmark, sigur við danska Ekstrablaðið, at fyritøkan vegleiðir týðiliga og greitt um, at kommodur og skáp skulu heftast í veggin.

 

- Hetta stendur í okkara vegleiðing, og vit greiða eisini frá hesum í handlunum. Kommodur og skáp skulu festast  í veggin, og tí liggja eisini besløg í pakkunum til at festa kommodur og skáp við.

 

Rikke Andersen sigur, at hetta snýr seg ikki um, at møblar og skáp eru vandamikil, men at allar kommodur kunnu koppa orsakað av tyngdarkraftini, um møblarnir ikki eru festir, soleiðis sum fyriskrivað er í vegleiðingini. 

 

- Hetta stendur eisini í amerikansku vegleiðingini, leggur hon aftrat.

 

Sambært kanningunum av deyðsvanlukkuni í Kaliforniu, gjørdist greitt, at kommodan, sum datt oman yvir smádreingin, ikki var heft í veggin.