Pipar og Salt og lagið Høm Høm liggur aftur hesa vikuna á øðrum plássi. Stakfløgan við Sjeikinum hjá Poppkorn hevur selt væl og hevur ligið høgt á sølulistanum hjá 3aranum. síðan hon kom út. Í síðstu viku kom so sjálv Poppkorn fløgan. Hon er á tremur við løttum poppi, og lítil ivi er um at hetta ikki verður seinasta lagið hjá Poppkorn, ið liggur ovast á 15 teimum bestu.