Sjaskveður hjá sildaskipunum

Sildaskipini hava havt hampiliga gott fiskarí, men veðrið darvar fiskiskapinum Norðborg byrjaði hendan túrin í føroyskum sjógvi seinasta vikuskiftið. Teir fingu 110 tons av stórari sild í einum háli, men so var einki at síggja aftur.

Norðborg og hini skipini eru nú í norskum sjógvi. Veðrið hevur verið skiftandi, men tá tað hevur verið fiskiveður, hevur fiskaríið verið hampiliga gott. Fyrrakvøldið fekk Norðborg 100 tons í einum háli, og gjáramorgunin høvdu teir eitt hál upp á 190 tons. Norðborg hevur 278 tons av fkøkum og heilfrystari sild í lasrini.

Í nátt var sjaskveður. Christian í Grótinum kom á fiskileið í gjár, og teir fara ætlandi at partrola við Norðborg, siga teir á heimasíðuni.