Sjaskut vikuskiftisveður

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein landsynning og tilhoyrandi brúgvaløg koma inn yvir Føroyar og føra mildari veður við sær eitt skifti. Í næstu viku verður aftur kaldari við vetrarælum.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið aftur snarar í ein sunnan. Skýggjað og regn, men seinni klárar í og onkrir sólglottar, tó okkurt hissini æl. Út á dagin fellur hitin niður í 5 hitastig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, út á dagin snarar hann í ein landsynning, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 3 og 6 hitastig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Um kvøldið snarar hann eitt skifti í ein lansynning. Skýggjað og sum frá líður regn úr suðri, men út á dagin klárar í, tó verður enn okkurt ælið. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, út á dagin upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, út á dagin møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi og norðri, 15 til 20 m/s, um náttina makar hann tó vindin nakað. Samdrigið og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 1 og 4 hitastig.



Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.