Sjaskut veður í væntu

Eitt lítið lágtrýst í ein útnyrðing úr Føroyum fer í dag framvið okkum. Síðani fer kaldari luft eitt skifti at streyma inn yvir landið av norðri. Týsdagin fara fleiri brúgvaløg við regni og heitari luft at koma inn yvir okkum av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestanætt, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig. Seinnaparin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og móti kvøldið regn ella ælaveður, møguliga sum vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 4 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum fer í ein eystan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Stundum sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum fer í ein sunnan og útsynning og spakuliga minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ein stóran part av degnum. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum minkar út á náttina. Tað klárar í, verður samdrigið og onkur fá æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað, fyrst turt og seinni regn ella sirm. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, men sum frá líður klárar í. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og támut og regn, seinni klárar í. Hitin um 10 stig.