Sjarmuferð uttan mál

- Eg fekk eina innbjóðing og valdi at taka av, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum brúkti síðstu viku í Orknoyggjum. Við í ferðalagnum var eisini stjórin á Landsverk, saman við sínum ráðgeva, umframt sendimaðurin í London.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum brúkti síðstu viku uttanlands. Kári P. Højgaard var sjálvur fimti í føroyskum ferðalag í Orknoyggjum, ið hóast landafrøðiliga tætt við Føroyar eru rímuliga fjarskotnar vegna vánaligt ferðasamband.
Fyri at vitja lítla oyggjasamfelagið, ið liggur skamt norðanfyri skotska fastlandið, má ferðast umvegis bæði Keypmannahavn og Aberdeen, áðrenn flogið verður seinasta strekkið út til høvuðsstaðin Kirkwall.
- Eg fekk eina innbjóðing frá løgmanninum á Orknoyggjum og valdi at taka av, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Við avgerðini var landsstýrismaðurin burturstaddur, síðstu arbeiðsvikuna hjá løgtinginum.
- Ja, tað er so ein raðfesting. Men eg meti at hetta var ein sera týdningarmikil túrur, sigur Kári P. Højgaard.

Málsøkjabland
Meðan landsstýrismaðurin í innlendismálum, er avgjørdur, tá hann sjálvur skal meta um týdningin av túrinum, so er hann meira trilvandi, tá hann skal útdýpa orsøkirnar til, hví túrurin nú eisini var so týdningarmikil.
- Talan er um eitt lítið land, bara helvtina av Føroyum. Tey hava ferðavinnu og oljuvinnu, infrastrukturin á landi er kanska ikki betri enn okkara, men tey hava góðar havnir har. Og so gera tey eisini nógv við at menna grønar orkukeldur, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Ferðavinnan er ikki títt málsøki, ha?
- Nei, tað er rætt.
Oljuvinnan er ikki títt málsøki, ha?
- Nei, tað er rætt.
Orkumál er ikki títt málsøki, ha?
- Nei, tað er rætt.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum heldur tó fast um týdningin av túrinum.
- Vegir og havnir er málsøki hjá Innlendismálaráðnum, sigur Kári P. Højgaard, sum tó hevur trupult við at seta orð á, hvat tað var við infrakervinum í Orknoyggjum, ið var somikið serligt, at tað kravdi vitjan úr Føroyum.
Við landsstýrismanninum í innlendismálum var eisini Rúni Joensen, aðalstjóri. Og harafturat var stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, saman við serliga ráðgeva sínum, Johan Mortensen.

Vitja grannan
Undir samrøðuni vísir Kári P. Højgaard brádliga á, at hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur landsstýrismaður vitjar Orknoyggjarnar.
- Vit eru eitt lítið oyggjasamfelag, eins og Orknoyggjar. Vit kunnu læra nógv av teimum, eins og tey kunnu læra av okkum. Eg haldi tað hava týdning at fáa í lag samband við henda grannan hjá okkum. Tað er positivt at knýta bond á henda hátt, sigur Kári P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin hevur tó framvegis ilt við at seta orð á, hvat kom burtur úr túrinum.
- Nei, eg kann ikki vísa á nakað úrslit í somáta, ásannar Kári P. Højgaard, men leggur í sama viðfangi afturat, at æltanin er at Føroyar skulu fáa vitjan úr Orknoyggjum einaferð í heyst.
Ríkisfelagsskapurin
Sambært landsstýrismanninum í innlendismálum hevði heimastýrið í lítla oyggjasamfelagnum við 20.000 íbúgvum stóran áhuga at frætta meira um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Bæði um yvirtikin málsøki og tey málsøki, har avgerðarrætturin framvegis liggur í Keypmannahavn. Føroyski sendimaðurin í London, Jóannes V. Hansen, var eisini við á túrinum, og hann greiddi frá um hesi viðurskifti.
- Ríkisrættarliga støðan var sum so ikki á skránni, men vit vóru gestir hjá teimum, og hetta vóru viðurskifti, ið tey fegin vildu hoyra meira um, sigur Kári P. Højgaard.

Kostnaðurin
Hóast talan var um eina innbjóðan úr Orknoyggjum, so er tað føroyski skattgjaldarin, ið rindar rokningina fyri túrin.
Vegna vánaliga ferðasambandið mátti føroyska ferðalagið úr Føroyum næstsíðsta sunnudag og liggja nátt í Keypmannahavn, áðrenn tey sluppu víðari til Aberdeen og síðani Kirkwall. Eisini tók heimferðin meira enn tann eina dagin. Ferðalagið kom tí ikki aftur fyrr enn hósdagin.
Enn dugir tó eingin at siga, hvat túrurin kostaði.
- Nei, eg veit ikki. Tað mást tú spyrja umsitingina um, sigur Kári P. Højgaard, sum tó leggur afturat, at Innlendismálaráðið altíð ferðast upp á bíligasta máta.
Heldur ikki í aðalráðnum ber til at fáa upplýst kostnaðin. Ikki tí at tey ikki kenna kostnaðin, men av praktiskum ávum, tí bókhaldarin ikki er tøkur ídag (týsdag, red.).
Innlendismálaráðið rindar fyri landsstýrismannin og aðalstjóran, meðan Landsverk rindar túrin fyri sín stjóra, umframt ráðgevan. Ewald Kjølbro hevur ikki verið at hitt í dag, og tí bar ikki til at spyrja hann um túrin og hvat kom burturúr.