Hann telist millum størstu poppstjørnur í Bretlandi, men lívið hjá Robbie Williams hevur ikki bert verið ein dansur á rósum. Tá ið hann var tríggjar dagar gamal, rýmdi pápin frá familjuni
Robert Peter Williams var føddur í Stoke-on-Trent og er 35 ára gamal.
Hann og systurin Sally búðu hjá mammuni, men pápi hansara rýmdi, tá ið hann var bert tríggjar dagar gamal.
Yrkisleiðin sum tónleikari byrjaði longu, tá ið hann var 16 ára gamal.
Gjøgnumbrotið fekk Robbie Williams í dreingjabólkinum Take That, men í 1995 fór hann úr bólkinum etfir ósemjur við umboðsfólk og aðrar limir í bólkinum.
Seinnu árini hevur Robbie brúkt nógva tíð í Los Angeles, og hann sigur seg njóta friðin har, tí hann er ikki so kendur har á leið. Í Fjør keypti hann sær eini stór hús í Wiltshire í Onglandi.
Eftir at Robbie Williams fór burtur úr Take That hevur hann staðið seg sera væl sum solistur. Higartil hevur hann givið átta studiofløgur umframt savnsfløgur út.
Størsta hittið hjá Robbie er sangurin Angels, sum hevði stóra sølu við sær av útgávuni Life Thru A Lens. Útgávan seldi einar tríggjar milliónir eintøk bara í Europa.
Robbie Williams hevur verið settur í samband við misnýtslu av rúsevnum, heiligvági og orkudrykkinum Lucozade, og tað verður sagt, at hann roykir upp í 60 sigarettir um dagin.
Hann hevur stóran áhuga fyri UFO, og hann brúkti fitt av tíð til hendan áhuga, tá ið hann fyri tveimum árum síðani tók sær frí frá tónleiki. Hann sigur, at hann fleiri ferðir hevur sæð UFO – fyrstu ferð sum smádrongur í Bretlandi.
Í fjør metti Sunday Times Rich List, at Robbie Willams var góður fyri slakar 700 milliónir krónur – og tað var munandi minni enn árið fyri.










