Tá geari eg heilt niður og fari eitt sindur í dvala. Elski hesar løturnar, tá húsið hvílir, øll hava frí, klæðini eru løgd saman og køkurin er greiddur. Háli gardinurnar fyri og balli meg innast í hornasofuni. Byggi mær eitt reiður við øllum tí besta fyri hondina: ein heitan temunn, fartelduna og -telefoninina, stokkar, eina góða bók, snack, fjarstýraran til sjónvarpið, iPoddin, tjúkkar avísir og lekkur bløð. Har siti eg so og hugni mær, onkra løtu við sambandi við umheimin, aðrar løtur inni í mær sjálvari.
Lesi, durvi, tosi í telefon, skrivi, bindi, zappi, droymi og leggi ætlanir. Kanska avbrotin av einum fótbað ella av at nippa hár úr andlitinum við einari pinsett og einum megaforstørrandi spegli. Hesar dýrabaru løtur eru alt ov sjáldsamar og gerast sjáldan drúgvar, hóast tær eru tiltrongdar í einum strongdum gerandisdegi, har tímarnir eta hvønn annan, við dukandi deadlines, skurslaðum barnaknøum, og seingjarklæðum, sum áttu at verið skift nógv oftari.
Um heystið er tað loyvt at fara eitt sindur í dvala. Hagin fær frið fyri mínum gummiskóm, og fyri alt tað kunnu caféirnar í býnum lata aftur, til tað lýsnar aftur til várs. Akkurát hetta er stóra sjarman við heystinum.










