Sjarmørar á Manhattan

Eyðun Nolsøe og Finnur Jensen síggja fyri, at tónleikurin eisini er í lagi í Manhattan um vikuskiftið Fríggjakvøldið spælir fólkakæri og fløguaktuelli Eyðun Nolsøe í Manhattan, og leygarkvøldið er Finnur Jensen á skránni. Hetta verður ein av síðstu møguleikum at hoyra Finnur, áðrenn hann fer til Danmarkar aftur at lesa.

 

Jam-kvøld

Men tað er ikki bert í vikuskiftinum, at tónleikur er í Manhattan. Hvørt mikukvøld er jam-session á skránni, og hóast tað gekk striltið at byrja við, so hevur verið so at siga fult hús seinastu ferðirnar.

 

Ein grundkjarni av tónleikarum byrja kvøldið, men síðani er ein og hvør vælkomin at skriva seg upp og jamma við.

 

Vitja Eyðun Nolsøe á MySpace<a> <a href=a href=http://www.myspace.com/finnurjensen>Vitja Finnur Jensen á MySpace<a>