Hóskvøldskonsertirnar í Sirkus eru ein kelda til ríkar tónleikaupplivingar, soleiðis var eisini í gjár, tá Holgar spældi nýtt og gott gamalt.
Ein heimsfrumframførsla av á skránni fyri okkum, ið vóru komin saman at lurta eftir Holgar Jacobsen úr Sørvági.
- Eg eri farin at snakka so nógv millum løgini, eg haldi, at tað man vera aldurin, segði Holgar, áðrenn hann legði fyri við fyrsta lagnum. Um tað er aldurin, skal eg ikki siga, men Holgar dugur væl at siga frá, og eins og løgini, tekstirnir og alt úttrykkið eru rá og húðleyst erlig, so eru hugnaligu einatalurnar millum løgini beint frá hjartanum.
Ja, hjartaligt, tað er ein góð lýsing av konsertini, ið vit upplivdu. Tvey sett á tremur við løgum av teimum báðum útgávunum “Ongan veg” og “Kanska tú svav”.
Eitt sindur av larmuttum fólki við barrina órógvaðu fyrstu løtuna, inntil tey skiltu á eygnabráunum rundan um seg at frægast mundi vera at flyta prátið niðurundir, tí Sirkus hevur tríggjar hæddir, so pláss er fyri at práta aðrastaðni enn har vit njóta tónleik, og tað er júst tað, ið vit gjørdu.
Sjálvt tveir norrmenn við kenning steðgaðu prátið sína millum og lurtaðu, hetta hóast teir ikki skiltu føroysku tekstirnar hjá Holgari, men Holgar er heilt serligur. Gamaní tagdu teir ikki alla konsertina, men tónleikurin dróg teir, so longri og longri gjørdist millum roksið teirra millum.
Tað er eisini at fegnast um, at Holgar enn sum áður skrivar tónleik. Har var eitt spildurnýtt lag á skránni, og Holgar segði, at enn skrivar hann nógv, so ein triðja fløga sum solistur er væntandi, kanska fyrr heldur enn seinni. At døma eftir nýggja lagnum, Dreymaverð, so kann tað gerast sera spennandi.