Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingið

Nú er greitt, at Sjálvstýrisflokkurin eftir formansskiftið hevur skift støðu og stillar upp til fólkatingsvalið.

Nú er greitt, at Sjálvstýrisflokkurin eftir formansskiftið hevur skift støðu og stillar upp til fólkatingsvalið.

 

Flokkurin boðar frá, at landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur viðgjørt spurningin um uppstilling av nýggjum í sambandi við at Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið nýggjan formann.

 

Sjálvstýrisflokkurin hevði annars boðað frá, at hann ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Støðan er umrødd av nýggjum, og breið semja er um at stilla upp til komandi fólkatingsval.

 

Kári P. Højgaard, fyrrverandi formaður, hevur fleiri ferðir sagt, at hann er ímóti at Føroyar velja umboð í Fólkatingið. Hann hevur eisini havt uppskot frammi um at taka føroysku fólkatingssessirnar.

 

Í fráboðan sigur Sjálvstýrisflokkurin seg hava eina avgjørda og greiða ætlan um, at allir føroyingar skulu hava møguleika at taka flest allar universitetsútbúgvingar, eftirútbúgvingar og aðrar víðari útbúgvingar úr og í Føroyum.

 

– Sjálvstýrisflokkurin er sannførdur um, at rætta leiðin hjá flokkinum fyri at fáa ávirkan á hesi viðurskifti er at stilla upp til Fólkatingsvalið og leiða samráðingarnar á hesum øki og avgreiða spurningin til gagns fyri Føroyska samfelagið.

 

– Í dag fara fleiri hundrað fólk av landinum árliga, til at ogna sær eina útbúgving. Tey mugu flyta við familju og børnum, fyri síðani at skapa sær eitt nýtt lív, í einum øðrum landi. Hetta kunnu vit gera nógv betur, og tað vilja vit standa á odda fyri, sigur Jógvan Skorheim, nýggi formaður Sjálvstýrisfloksins.

 

– Heldur enn at útflyta næmingar skulu vit innflyta lærarar. Hetta er eitt neyðugt stig í okkara samfelagsmenning, og skal eisini verða við til at tryggja haldføri í okkara búskapi, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins, sum eisini vísir á, at vit hava brúk fyri øllum hesum ungu fólkunum í Føroyum til at skapa og skipað tað samfelagið, ið vit øll eru so góð við.

 

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur tí gjørt av at stilla tvey valevni upp til komandi Fólkatingsval. Tey verða formaður Sjálvstýrisfloksins Jógvan Skorheim og formaðurin í Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins Pól Jákup Poulsen.

 

Í síðstu viku vóru liðin 100 ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk umboð valt á Fólkating. Tað var Edward Mitens, sum tá vann valið ímóti Andras Samuelsen í Sambandsflokkinum.