Sjálvstýrisflokkurin fundast hósdagin

Seinnapartin hósdagin hevur Landsfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum fund, og har verða heita tunnilsmálið og landsstýrsimaðurin hjá flokkinum eisini til viðgerðar. 
 


Landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, hevur rættiliga verið í andglettinum seinastu tíðina – og serliga seinast døgnið. Hann hevur fingið harðar ákoyringar í sambandi við Eysturoyartunnilin, og fleiri politikarar krevja Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann. Kári P. Højgaard sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at siga seg úr starvi, og løgmaður segði fyrr í dag, at hann hevur álit á landsstýrismanninum, til hann hevur fingið prógv um, at hann ikki skal hava tað.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevur í dag umrøtt málið um Eysturoyartunnilin og teirra landsstýrismann, og niðurstøðan, sum var gjørd á fundinum, verður í morgin løgd fyri Landsfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið hevur fund í Havn.

- Vit hava havt ein fund í dag, og vit hava gjørt eina niðurstøðu. Hana vilja vit kunna Landsfelagið um, áðrenn vit fara út alment við henni, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum er næstforkvinna í Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Hon er eisini næstforkvinna í Landsfelagnum hjá flokkinum.

Fundurin hjá Landsfelagnum hjá Sjálvstýrisflokkinum seinnapartin í morgin er í sambandi við aðalfundin hjá flokkinum, sum skal verða í næstum, men á fundinum verður málið um Eystoyartunnil eisini tikið fram.

- Eg rokni við, at almennu umboðini hjá flokkinum og tey, sum annars varða av flokkinum, verða savnað, og tí er gott høvi at viðgera tunnilsmálið, sigur Kristianna Winther Poulsen.