Sjálvstýrisflokkurin fær nýtt navn

Lundin hevur givið hugskotið til nýggja búmerki

Góði, gamli Sjálvstýrisflokkurin, eitur ikki Sjálvstýrisflokkurin longur

 

Í dag hevur hann fingið nýtt navn og nýtt búmerki.

 

Tí eitur hann nú Nýtt Sjálvstýrið, sum skal vísa, at nú eru nýggjar kreftir komnar framat í flokkinum – men hann byggir á tað gamla grundarlagið. Men fara øðrvísi til verka.

 

Flokkurin hevur eisini fingið nýtt búmerki, sum lundanevið hevur givið hugskotið til. Lundin stendur fyri flogi, fyri styrki og fyri at líta aframeftir, sigur Jógvan Skorheim

 

Liturin er lilla, sum Jógvan Skorheim sigur, er ein spennandi litur, serliga fyri ein flokk á miðjuni, tí hann er samansettur av bláum og reyðum.