Sjálvstýri er úti

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur júst váttað, at flokkurin ikki longur er partur av samgonguni.

Sjálvstýrisflokkurin hevur í dag viðgjørt støðuna, sum er íkomin, eftir at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum, og niðurstøðan er, at flokkurin ikki longur er partur av samgonguni.

Við Dag og Viku hjá Sjónvarpinum segði Kári P. Højgaard, at tá flokkurin er settur á síðuspor, so er leikluturin hjá flokkinum samstundis útspældur, og tí verður flokkurin ikki longur partur av samgonguni.