Livar og teir umborð á tRIO hava havt nýggjar trupulleikar í dag, tí sjálvstýrarin hjá teimum gekk fyri. Teir høvdu tó ein eyka sjálvstýrara umborð, og við hjálp við tøkniligari vegleiðing frá teknikarum í landi bar til at seta nýggja sjálvstýraran til og fáa hann at rigga. Heimasíðan trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Livari og teimum um Indiska Havið, skrivar, at tRIO hevur nú á leið 1500 kilometrar eftir á mál í Mauritius. Ferðin úr Australia til Mauritius er á leið 6.500 kilometrar long.










