Sjálvsmorðsbumbufólk í flogvøllinum

Tað vóru sjálvmorðsbumbufólk, sum í morgun sprongdu tvær bumbur í Zaventem flogvøllinum í belgiska høvuðsstaðnum Brússel. Tað upplýsir belgiska ákæruvaldið.


Tað var um sjeytíðina føroyska tíð, at tvey sjálvmorðsbumbufólk sprongdu seg í luftina. Eini bumba sprongdist tætt við diskin, har ferðafólk rinda fyri yvirvekt, meðan hin bumba sprongdist nærhendis einum Starbucks.


Belgiska stjórnin hevur frammanundan upplýst, at í minsta lagi 13 fólk doyðu og 35 vórðu illa løstað í álopinum.


Belgiskir miðlar vilja vera við, at arabisk róp og skot hoyrdust stutt undan spreingingunum.