TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jonas Flindt Rasmussen, liðskipara og verjuskansa hjá KÍ, sum í dag saman við liðfeløgunum tapti 1-3 ímóti NSÍ á heimavølli.
Jonas Flindt Rasmussen var so óheppin at beina bóltin í egið mál stutt eftir, at KÍ hevði lagt seg á odda 1-0. Liðskiparin greiðir í samrøðuni frá hvussu sjálvmálið kom.
Stutt aftaná sjálvmálið var KÍ aftanfyri 1-2, og tá gjørdist brekkan tung hjá KÍ. Jonas Flindt Rasmussen heldur, at teir komu heldur betur út til seinna hálvleik, men tað rakk ikki í dag.










