Tað var eitt sera óheppið sjálvmál at tjóðartaka Atlantsflog.
Tað heldur Ragnar Arnfinsson Johannesen.
Hann arbeiðir á stórum amerikanskum advokatvirki í Moskva, har hann ráðgevur vesturlendskum íleggjarum og íløgubankum í sambandi við íløgur í Russlandi og øðrum londum, ið hoyrdu upp í gamla Sovjetsamveldið, og í Afrika.
Hann staðfestir, at vandarnir eru sjálvandi nógvir í slíkum vakstrarmarknaðum.
- Men tað, íleggjarar óttast allarmest, eru ótryggar vinnuligar karmar og politiskar myndugleikar, sum ikki megna at halda beina kós.
- Politiski myndugleikin, sum tók halvhjartaða avgerð at einskilja Atlansflog og seldi virðisbrøv til útlendskar ileggjarar, hevur prógvað, at hann hevur lítið trúvirði og onga greiða ella samanhangandi stjórnarvisión, sigur Ragnar Arnfinsson Johannesen.
Hann heldur, at málið um Skálafjarðartunnilin, og Copenhagen Infrastructure Partners, CIP er eisini eitt dømi um negativa marknaðarføring.
- Vit kunnu siga, hvat vit vilja um tilboðið og sømdirnar, sum CIP bjóðaði, men vit mugu viðganga, at politiska tilgongdin til málið var láturliga ósamanhangandi og óprofessionell.
- Men í sambandi við hesi mál hava vit sent greiðan, men sera óhepnan, boðskap út, sum kanska kemur at kosta okkum sum frálíður.
- Menning kostar pening, so tørvurin á fígging fer ivaleyst at vaksa heldur enn at minka í framtíðini. Fyrr ella seinni fer onkur føroysk verkætlan at koma undan kavi, har útlendsk fígging hevði verið bæði hent og uppløgd
|
- Tað var tað kanska ikki í sambandi vid Skalafjarðartunnilin og Atlansflog. Men soleiðis sum skilið er nú, kunnu vit ikki vænta stóran áhuga, tí brent barn ræðist eld, sigur hann.
Les eisini greinina hjá Ragnar Arnfinnsson Johannesen: Vit minna um eitt illa rikið menningarland