Sjálvkoyrandi bilar frá Renault og Nissan

Eftir ætlan fer konsernin Renault–Nissan Alliance at koma við yvir 10 bilum við sjálvkoyrandi teknologi tey næstu fýra árini.

 

Tøknin verður installerað í vanligar hópframleiddar bilar frá Renault og Nissan til rímiligar prísir. Bilarnir koma á marknaðirnar í USA, Europa, Japan og Kina fram ímóti 2020. Tøkniliga menningin fer m.a. fram á Renault-Nissan Research Center í Silicon Valley í USA.

 

Roknað verður við, at sjálvkoyrandi bilarnir koma at minka um talið av feilum hjá bilførarunum, sum í miðal hava skyld í 90 prosent av øllum deyðsvanlukkum.