Vágbingar hava altíð verið kendir fyri at hava nógv felagslív, har nógv sjálvboðið arbeiðið verður gjørt. Nýggjárshaldið, grindabátarnir, sluppin Johanna, langhylurin og Sandurin eru nøkur dømi tað, umframt tað arbeiðið, sum verður lagt í ítrótt og mentan.
Men nú er ætlanin at styrkja um sjálvbodna arbeiðið og í tí sambandi er ein internetsíða stovnað, sum umfatar sjálvboðið arbeiðið í Vági.
Har ber til hjá felagsskapum, sum hava tørv á sjálvbodnari arbeiðsmegi at heita á fólk um at hjálpa til Og vágbingar, sum hava hug at bjóða seg fram at gera sjálvboðið arbeiði, kunnu nú skráseta seg hjá ymsum felagsskapum í býnum, ella hjá kunningarstovuni.
|
- Portalurin fyri sjálvboðin í Vági er eisini ein liður í skapa øktan trivnað og styrkja um lokala tilknýtið hjá tí einstaka, og styrkja um kensluna av at hoyra til og eiga heima, sigur vágs Býráð.
heimasíðani fyri sjálvboðin í Vági, sæst við at trýsta HER