Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- Árið varð nakað merkt av, at valskeiðið er farið at halla. Mest hugaligt er tó, at tað gongur munandi betri í samfelagnum samanborið við byrjanina av valskeiðnum. Serliga gongur væl í teimum stóru vinnunum, alivinnuni og uppsjóvarvinnuni. Tað er eisini hugaligt, at málið um at fáa undirskotið á fíggjarlógini burtur í 2016 framvegis er eitt gjørligt mál.
Tað sigur Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður og vinnulívsmaður.
- Í 2014 fegnist eg serliga um øll tey nýggju tilboðini til fólk við serligum tørvi sum eru komin, nýggir stovnar og bústaðir, har øll tann politiska skipanin hevur virkað saman um hetta átrokandi mál. Vónadi kann góða gongdin halda fram komandi árini.
Rodmundur vísir á, at privat er tað hugaligt, at fyritøkan er komin á rætta kós aftur, eftir nøkur soltin ár. Saman við teimum 35 dugnaligu starvsfólkum, sum eru sera ágrýtin hvønn dag, hevur borið til at venda gongdini.
- Nýggjárslyftir eru ikki almenn hjá mær. Eg havi altíð sett mær mál við ársbyrjan, og tað havi eg sjálvsagt eisini gjørt fyri 2015. Tú kanst ikki vera virkin í vinnuni uttan at seta tær mál sum menna teg og fyritøkuna saman við starvsfólkunum.
Løgtingsmaðurin sigur seg vóna, at tað í øllum vinnum kemur at ganga væl í 2015, tí grundarsteinurin undir einum sterkum búskapi er ein sterk vinna, sum er so fjølbroytt sum gjørligt.
- Eg vóni, at vit fáa skipað viðurskiftini hjá fiskivinnuni av nýggjum, so umstøðurnar hjá vinnuni at leggja ætlanir fyri komandi árini verða so tryggar sum gjørligt, og at tað er so breið politiskt undirtøka sum gjørligt fyri broytingunum.
Rodmundur sigur seg eisini vóna, at Føroyar í 2015 eisini fáa sett gongd á at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.
- Eg meti, at týdningurin av slíkum skipi er alstórur, og at Føroyar eiga at verða í fremstu røð, tá ræður gransking av okkara tilfeingi á høvunum, sum er grundarsteinurin undir okkara samfelagnum. Hetta eiga vit at fáa gongd á sum skjótast, so vit støðugt kunnu styrkja okkara rættindi.
Løgtingsmaðurin heldur, at útlitini eru á eini leið, hóast vit hava ein heimaflota, sum hevur avbjóðingar.
- Eg vóni eisini veruliga, at áhugin verður størri fyri royndaboringum undir Føroyum, og eg haldi tað vera sera hugaligt, at ferðavinnan hevur framgongd. Vónandi verður 2015 eitt ferðavinnurár - at tað verða nógv, sum koma at vitja okkara vøkru oyggjar.
Samanumtikið heldur løgtingsmaðurin og vinnulívsmaðurin, at útlitini eru góð.
- Helst kemur eitt valár at merkja 2015, og eg vóni veruliga, sjálvbjargni fær munandi meira rúmd í politiska rúminum, og at yvirtøka av útlendingamálinum verður til veruleika. Eisini vóni eg, at landsstýrið virkar fyri, at so nógvar tænastur sum gjørligt, sum í dag eru almennar, komandi árini kunnu gerast av privatum fyritøkum, um hetta er fyrimunur fyri báðar partar.
At enda ynskir Rodmundur Nielsen øllum eitt gott nýggjár við ynski um Harrans signing.