Sjálvbjargni er avgerandi

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum segði, at sjálvbjargni er avgerandi fyri, at vit sum tjóð fara at klára okkum

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, helt eina politiska røðu undir viðgerðini av fíggjarlógini.

 

Hon reksaði avbjóðingarnar hjá samgonguni upp, tá ið samgongan tók ið valdinum. Fyrst og fremst nevndi hon, at samgongan setti sær sum mál at sleppa undan halli á fíggjarlógini.

 

-Hetta eftir at vit hava havt hall á fíggjarlógini í átta fylgjandi ár, segði Kristina Háfoss.

 

Hon segði, at tað er altavgerandi at vit gerast sjálvbjargin.

 

-Og tað hevur smgongan sett sær fyri at arbeiða framímóti - millum annað við einum nýmótans orkupolitikki, sum fer at gera okkum óheft av olju, segði landsstýriskvinnnan.

 

Hon segði eisini,a t samhaldsfesti er eitt lyklaorð hjá samgonguni, sum samgongan longu hevur sett út í kortið - millum annað við at brúka Samhaldsfasta uppaftur meira.

 

Hon legði afturat, at 2016 er eitt avgerandi ár, tí í hesum a´ri skulu fleiri avgerandi nýskipanir gerast.