Týskvøldið var framløgusendingin hjá tjóðveldisflokkinum, og má eg siga at eg var ikki sørt forvitin at frætta, hví tjóðveldismenn stilla upp til hetta danska ting, sum teir plaga at taka til, og hvat teir ætla at gera har.
Hóast teir báðir oddafiskarnir í flokkinum ikki luttóku, so var mang ført fram, fyrst og fremst um loysing og tjóðveldi. Men har varð lítið ítøkiligt sagt um, hvat hesin flokkur vil í fólkatinginum.
Tó har var ein grundgeving fyri at velja tjóðveldisumboð í fólkatingið, sum eg legði merki til, og tað var, at tjóðveldisflokkurin vil vera til staðar, tá heimastýrislógin skal til viðgerðar á fólkatingi.
Hetta er sanniliga áhugavert, at tjóðveldismenn ætla sær til Danmarkar at viðgera heimastýrilógina, tí her í Føroyum vilja somu menn einki realistist gera við ríkisrættarliga spurningin.
Tá føroyingar fóru til Danmarkar eftir kríggið at samráðast um ríkisrættarligu støðu okkara, vóru teir ikki samdir. Tað var stór skomm, og tað gjørdi støðu føroyinga veika.
Hetta má ikki endurtaka seg.
Tí hevur javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri løgtingið um setan av stjórnmálanevnd at gera uppskot um nýggja skipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hesin framferðarháttur skal tryggja, at vit eru vorðin samd, áðrenn vit fara at tosa við hin partin.
Upppskot javnaðarfloksins liggur nú í rættarnevndini, og ikki eru serlig útlit fyri undirtøku frá hinum flokkunum. Hetta er triðju ferð, at javnaðarflokkurin roynir at fáa sett eina stjórnmálanevnd, men ikki hevur eydnast at fáa hetta samtykt í løgtinginum.
Heldur ikki tjóðveldisflokkurin hevur tikið undir við hesum máli, sum er eitt avgerandi stig á leiðini móti størri sjálvbjargni.
Hví? kunnu vit spyrja. Man tað vera tí, teir eru bangnir fyri sjálvstýrinum?
Í sendingini týskvøldið varð eisini sagt, at hetta verður seinastu ferð, at vit føroyingar velja fólkatingsumboð. Eg skilti tað so, at tá fólkatingsval verður aftur, eru ríkisrættarligu viðurskiftini broytt.
Hetta er tað, sum javnaðarflokkurin virkar fyri. Men við tí mótvilja, sum tjóðveldisflokkurin vísir hesum máli á løgtingi, verður tað ikki tjóðveldisflokkinum fyri at takka, um hetta eydnast.
Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum tekur ríkisrættarliga spurningin í álvara í Føroyum, og eitt javnaðarumboð á fólkatingi er besta trygdin fyri at føroysku sjónarmiðini koma væl fram, tá hetta mál kemur til Danmarkar.
Besta leiðin móti størri sjálvbjargni er at stuðla javnaðarflokkin eisini til fólkatingsvalið.










