Hava viðgjørt sexismuna í løgtinginum: – Sjálvandi taka vit tað í álvara

– Eg havi ikki uppfatað sexismu sum nakran stóran trupulleika, men tá tað verður nevnt, at tað er ein trupulleiki, so taka vit tað sjálvandi í álvara, sigur løgtingsformaðurin

Jógvan á Lakjuni, tingformaður

Í morgun hevur formannskapurin í løgtinginum viðgjørt eina kæru frá tveimum tingkvinnum um sexismu.

 

– Vit eru samd um, at vit taka hetta í alvara. Sjálvandi skulu vit tosa ordiligt við hvønn annan, sigur tingformaður Jógvan á Lakjuni.

 

Tað eru tingkvinnurnar báðar Hervør Pálsdóttir (E) og Ingilín D. Strøm (C), sum her fyri sendu formannskapinum eina kæru um sexistiskan tóna hjá tingmonnum í tinginum.

 

Í síðstu viku segði løgtingsformaðurin í samrøðu við Kringvarpið, at hann harmaðist um, at málið er farið út til almenningin, tí eftir hansara tykki hevði verið best at viðgjørt kæruna innanhýsis í tinginum. Hann segði, at úrslitið av hesum er, at allir tingmenn eru undir illgruna.

 

Nú eftir fundin í morgun hevur pípan fingið eitt annað ljóð.

 

– Eg havi ikki uppfatað sexismu sum nakran stóran trupulleika, men tá tað verður nevnt, at tað er ein trupulleiki, so taka vit tað sjálvandi í álvara, sigur Jóhvan á Lakjuni, sum nú fer at handla.

 

– Eg ætli mær at taka hetta upp við allar formenninar í flokkunum og kalla allar tingmenn saman at viðgera hetta við samskiftinum, sigur hann.

 

Talan er um ein generellan trupulleika, siga tingkvinnurnar handan kæruna, og sambært løgtingsformanninum er hetta eisini tað, sum kæran snýr seg um - nakað generelt og ikki um eitt einstakt mál.

 

Í Løgtingsins formannskapi eru Jógvan á Lakjuni, Johan Dahl, Eyðgunn Samuelsen og Bjørt Samuelsen.

 

Jógvan á Lakjuni, tingformaður