Sjálvandi skal ein fótbóltshøll vera í Runavík.
Tað staðfestir Helgi L. Petersen, býráðslimur í Runavík.
Í Nes kommunu, sum er granni hjá Runavík, hava tey annars mælt til, at vøllurin á Svangaskarði, sum hevur rennibreyt, og plássi til frælsan ítrótt, rundan um, verður bygdur inni, tí so fáa vit eina innandura fóltsvøll og innandura hentleikar til frælsan ítrótt í einum høggi.
Men á borgarafundi í Runavík í gjárkvøldið varð upplýst, at eisini tey í Runavík arbeiða við eini ætlanum at byggja eina fótbóltshøll.
Tað varð upplýst, at á eini langtíðar útbyggingarætlan, hevur Runavíkar kommuna sett 32,5 milliónir krónur av til eina fótbóltshøll.
Eftir ætlanini skulu 10 milliónir setast av í 2021, umframt at 22 milliónir skulu setast av í 2022 og at enda skulu 7,4 milliónir setast av í 2023.
Men Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, staðfesti, at hendan íløguætlanin varð løgd, áðrenn kjakið um fótbóltshallir tók seg upp nú av nýggjum fyri nøkrum fáum vikum síðani.
Men hann staðfestir samstundis, at tað verður ikki Runavíkin einsamøll, sum fer at gera eina fótbóltshøll.
Fleiri býráðslimir talaði fyri at gera fótbóltshøllina við Løkin í Runavík, har pláss er til tað.
Greiðast í sínum máli var Helgi L. Petersen, býráðslimur, sum staðfestir, at tað vera tvær fótbóltshallir í Føroyum og at onnur skal vera í Havn og at hin skal sjálvsagt veravið Løkin í Runavík.
- Vit fara ikki at leggja eina fótbóltshøll á einum fjalli her beint við, har tey næstan ikki spæla fótbólt, segði hann.
- Fótbóltshøllin skal vera, her sum nógvur fótbóltur er, og sum nógv fólk er og her tað er skjótt at ganga til hana.
Helgi L. Petersen sær fyri sær, at um 10 ár er ein stór fótbóltshøll, sum er 21-23 metrar høg og við einum vølli í fullari stødd.
Ein slík høll kostar einar 75 milliónir sigur Helgi L. Petersen, men hann heldur, at ætlanin at gera fótbóltshøllina skal framskundast.