Sjálvandi skal landsstýrið ganga fremst

Nú skulu tey spara 80.000 litrar av olju um árið

Nú skulu allir bygningarnir hjá Landsstýrinum á Tinganesi og úti á Reyni, hitast við hita úr sjónum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í eini fráboðan í dag. Tað var undanfarna samgonga, sum tók stig til hetta og nú verður tað sett í verk.

 

Í eina tíð hava Landsstýrið og Betri Trygging samstarvað um eina grøna orkuskipan til at hita bygningarnar í Tinganesi og bygningin hjá Betri Trygging á Kongabrúnni.

 

– Samgongan hevur sett sær fyri at leggja Føroyar um til grøna orku. Skal hetta eydnast, má landið sjálvandi at ganga undan, sigur løgmaður.

 

Í hesum sambandi hava tey sett sær fyri, at allir almennir bygningar skulu leggja um til grønar hitaskipanir og fyrsta stigið verður at gera alt Tinganes grønt, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Tí verður sjógvhiti nú lagdur inn í bygningarnar hjá Landsstýrinum. At leggja um til sjógvhita er ikki bara gott fyri umhvørvið, tí tað eru eisini nógvir pengar at spara.

 

– Í dag brúkar bygningarnar hjá Landsstýrinum á Tinganesi góðar 80.000 litrar olju um árið. Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318.000 krónur um árið við at leggja um til sjógvhita.

 

Bygningarnir, sum nú fáa sjógvhita, eru teir eyðkendu reyðu bygningarnar uttast á Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, eru.

 

Men eisini allir hinir bygningarnir hjá landinum á Tinganesi, og á Reyni, verða knýttir í skipanina, tað vil siga yvir til bygningin í Gongini, har gamli Sjóvinnubankin helt til, og har Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið húsast í dag.

 

Talan er um 22 bygningar, ið landið eigur, sum nú fáa sjógvhita. Harafturat verða bygningarnir hjá Betri Trygging, á Kongabrúnni, við í skipanini.

 

Tilsamans fer hetta at kosta 8,9 milliónir og parturin hjá Landsstýrinum verður 4,5 milliónir. Í fíggjarlógini, sum er lagt fyri Løgtingið, eru tvær milliónir settar av til endamálið og næsta ár verða so tvær milliónir afturat settar av. Eftir ætlan skal skipanin eisini takast í nýtslu næsta ár.