- Langtíðarárinini av fullveldispolitikkinum eru nú farin at vísa seg. Tað heldur Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Hann sigur, at málið er, at okkara vælferðarskipan skala vera á sama stigi, sum í okkara grannalondum, ið verða mett at hava tær bestu vælferðarskipanirnar. - Tí skulu vit eisini raðfesta bíðitíðina fyri tey, ið hava fingið tilvísing, ella eru í viðgerð, sigur hann. - Vit eiga at seta okkum sum mál, at ongin skal bíða longur enn ein mánað, frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, til viðgerðin verður sett í gongd.
Men Bárður Nielsen sigur, at skulu vit skilja, hví Heilsuverkið manglar pengar nú, skulu vit nøkur ár aftur í tíðina til tey árini, fullveldissamgongan sat.
- Sambandsflokkurin mótmælti harðliga niðurskurðinum í ríkisveitingini, ið bleiv gjørdur uttan nakra sum helst útrokningar av fylgjunum, sum hetta fekk á framtíðar vælferðarsamfelagið.
- Niðurskurðurin bleiv gjørdur í óðum verkum, tí at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar og fullveldissamgongan hevði mist alt á gólvið.
- Tíbetur eydnaðist ikki at loysa okkum úr Ríkisfelagsskapinum, men prísurin fyri miseydnaðu royndina var høgur, tí okkurt mátti gerast ístaðin. Endin varð, at ríkisveitingin bleiv skorðin 1/3 ella 366 milliónir krónur.
Eftir at niðurskurðurin var gjørdur, vórðu tær 615,5 milliónirnar, sum vóru eftir, markaðar soleiðis: Heilsuverkið 283,6 milliónir, fólkapensjón 213,3 milliónir, serforsorgin 117 milliónir og Fiskivinnuroyndir 1,6 milliónir krónur.
- Sum tað sæst á myndini, mangla 700 milliónir krónur í inntøkum hjá landskassanum, tí ríkisveitingin varð minkað. Ríkisveitingin er ætlað til ávís vælferðarøki í Føroyum, ið Føroyar og Danmark fíggja í felag, eisini føroyska heilsuverkið.
Útreiðslurnar í heilsuverkinum eru øktar eini 87%, frá 518 milliónum krónum í 2004, til 968 milliónir krónur í ár.
- Hesa øking hevur landskassin fíggjað einsamallur, hóast hetta er eitt felagsmál, og tað kostar í vælferðartænastuni hjá heilsuverkinum, ið er skorin heilt inn á bein. - Hetta er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarloysinum undir fullveldislandsstýrinum, sigur Bárður Nielsen.
Tað hevur verið undirskot mestsum á hvørjum árið síðani ríkisveitingin bleiv skorin og fastfryst - At peningar manglar til vælferðina, er ein beinleiðis avleiðing av tí ørvitisgerð, ið bleiv gjørd, uttan nakra sum helst útgreiningar yvir tær vanlukkuligu avleiðingar, hetta kom at hava fyri vælferðina í Føroyum, tí prosjekt "Fullveldið" var kollsiglt, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
- Fullveldisflokkarnir muga siga Føroya Fólki, hvar pengarnir sum vanta til vælferðarøkini skulu koma frá, leggur hann afturat.
|