Sjáldsamur stuldur fyri fleiri túsund krónur

Hetta er ein rættiliga keðilig støða, siga myndugleikarnir

Nakrir av teimum, sum fiska hummara kring um í landinum, hava verið fyri eini keðiligari hending. Vørn sigur, at tað eru nakrir av teimum, sum hava loyvi at fiska hummara, ið hava sagt frá, at onkur hevur gjørt seg inn á hummararúsurnar hjá teimum. Tað er nevniliga hent fleiri ferðir, at onkur, sum einki hevur við tað at gera, hevur drigið rúsurnar hjá teimum og hevur stolið veiðina. 

 

Teir siga, at fleiri rúsur hjá, í minsta lagi trimum, hummarafiskarum, eru drignar, tømdar og síðan settar aftur. Teir siga, at teir hava helst mist virði av fleiri hundrað hummarum og sostatt hava teir mist søluvirði fyri fleiri túsund krónur. Vørn sigur, at hetta er hent fleiri staðir, har rúsur hava staðið.

 

Tey siga, at Hetta er rættiliga óheppið og keðiligt. Teir ið hava loyvi at fiska hummara, skulu lúka ávísar treytir, eitt nú um hvussu nógvar rúsur teir hava, teir skulu lúka treytir um at merkja reiðskapin og hvar teir seta rúsur. Vørn sigur, at at tá ið tey hava biðið um tað, hava hummarafiskararnir eisini altíð upplýst, hvar rúsurnar hava staðið. Men nú er sjálvandi eitt sindur ringt hjá teimum at upplýsa hvar rúsurnar eru, tí at onnur hava drigið tær og sett tær aftur onkra aðrastaðni.