Talan er um upprunaliga handritið til “Kun en pige”, ið er heitið á filminum, sum byggir á lívssøguna hjá Lisu Nørgaard. Handritið verður selt við hondskrivaðum rættingum, viðmerkingum og undirskriftum eftir Lisu Nørgaard.
Handritið er virðismett til 10.000 kr, men boð er longu komið á 52.000 kr, og afturat hesum skal keyparin rinda 25% av keypsprísinum omaná í ómaksgjaldi til Lauritz.
Lise Nørgaard var journalistur, rithøvundur og handritahøvundur og átti hugskotið aftan fyri kendu sjónvarpsrøðina “Matador”. Við sínum yrki og verkum er hon vorðin donsk fólkaogn og ein av størstu mentanarpersónum í Danmark. Lise Nørgaard andaðist 1. januar 105 ára gomul.
##med2##
##med3##
##med4##
Handritið sæst her: https://www.lauritz.com/da/auktion/lise-noergaard-kun-en-pige-original-manuskript/i6325049/