Sjáldsama gott ár

Eplagrøðin kring landið hevur verið so góð sum sjáldan fyrr

Eplagrøðin í ár hevur eydnast heilt sjáldsama væl

 

Tað sigur Peter T. Haahr á Royndarstøðini í Kollafirði.

 

Hann sigur, at tey hava tikið epli upp á Sandi og har fingu tey yvir 20 fold upp aftur.

 

Tað merkir, at tey fingu 20 ferðir so nógv epli upp, sum tey settu niður og tað er óhoyrt.

 

Peter Haahr sigur, at en orsøk til tað, er, at har varð taðað óvanliga væl við mykjutøðum.

 

Men hann heldur, at sum heild fer grøðin at liggja um eini 14 fold og tað er eini trý fold meiri enn í fjør, sigur hann.

 

Hann sigur, tað er eisini nógv undir  í veltunum, tey hava við Royndarstøðina í Kollafirði, kanska eini 10 fold, sum eisini er avbera gott.

 

Hann sigur, at orsøkin til, at eplini eydnast so væl í ár, er, at tað hevur verið javnt lýtt í alt summar, samstundis sum ongin svartaspilla hevur verið í ár.