Sjakalurin í rættinum

Ilich Ramirez Sánchez, betur kendur sum Sjakalurin, skal í dag í rættin í París í sambandi við fleiri yvirgangsatsóknir í Fraklandi í árunum 1982 og 1983, og sum kostaðu 11 mannalív.

Sjakalurin, sum var heimsins ringasti yvirgangsmaður í sjeyti- og áttatiárunum, varð í 1997 dømdur lívlanga fongsulsrevsing í Fraklandi fyri at hava myrt tveir løgreglumenn og ein fyrrverandi lim í Fólkafylkingini til frígering av Palestina.

Ilich Ramirez Sánchez, sum er ættaður úr Venesuela, er nú 62 ára gamal. Hildið verður, at hansara yvirgangsvirksemi kostaði meiri enn 2.000 mannalív, og sjálvur hevur hann sagt, at minni enn 10 prosent av teimum 2.000 vóru ósek.