Sjagarklettur, sum er seldur til Kanada, er ávegis til Kanada, skrivar Suðurrás.
Hetta er ein langur túrur, tí skipið skal heilt á vestursíðuna av Kanada, ein túrur, sum er mettur at taka útvið 45 samdøgur.
Sigvald Rasmussen legði hesa myndina út fyrr í gjár, her er Sjagarklettur ávegis inn í Panamaveitina, veit Suðurrás at siga.