Sjagaklettur til upphøggingar

Skipið er í so vánaligum standi, at reiðaríið hevur gjørt av at selja skipið til upphøggingar. Sleipibáturin Goliat er farin við djúpvatnstrolaranum Sjagakletti til Danmarkar, har skipið skal høggjast upp.

Tað veit heimasíðan hjá Jóanis Nielsen at siga.

Seinastu tíðina hevur Sjagaklettur, sum hevur verið heimahoyrandi í Hvalba, partrolað saman við Vesturleika, ið er heimahoyrandi í Sørvági.

Men nú er skipið í so vánaligum standi, at reiðaríið hevur gjørt av at selja skipið til upphøggingar.

Sjagaklettur er smíðaður í Kristianssund í Noregi í 1975, og Mikkjal Hammer í Hvalba hevur verið útgerðarmaður.

Hóast skipið er gamalt, hevur tað gingið væl hjá Sjagakletti, síðan hvalbingar keyptu skipið úr Íslandi.