Tveir djúpvatnstrolarar hava landað í Hvalba hesa vikuna, og hóskvøldið loystu eisini Breiðanes og Hamranes aftur til nýggjan túr. Í gjár - fríggjadagin - landaði Sjagaklettur 100.000 pund í Hvalba. Sjagaklettur partrolar saman við Vesturleika, sum landaði í Sørvági. Skipini hava eini 200.000 pund av upsa tilsamans.
Miðskeiðis í hesi vikuni landaði djúpvatnstrolarin Steintór eisini í Hvalba. Teir høvdu umleið 60.000 pund. Meginparturin av veiðini var svartkalvi.
Partrolararnir Breiðanes og Hamranes, sum hava ligið í nakrar dagar, byrjaðu nýggjan túr aftur hóskvøldið.










