Sjagaklettur landar í Hvalba

- Hetta er ring tíð, men tað er langt síðan, at fiskiskapurin eftir upsa hevur roynst so vánaligur sum seinastu tíðina, sigur Magnus Jespersen, stjóri. Í morgin landar djúpvatnstrolarin Sjagaklettur 150.000 pund av upsa í Hvalba. Sjagaklettur partrolar saman við Vesturleika, sum plagar at landa í Sørvági.

Hamranes og Breiðanes, sum eisini leggja veiðina upp í Hvalba, eru í løtuni á beding. Væntandi fer bedingsarbeiði at taka umleið eina viku.

Djúpvatnstrolarin Steintór landaði í Skotlandi á seinasta túri og byrjaði ikki nýggjan túr aftur fyrr enn sunnudagin.

Magnus Jespersen, stjóri, vísir á, at upsaveiðan hjá partrolarunum og trolarunum sum heild hevur verið sera vánalig í seinastuni.

- Hetta er ring tíð, men tað er langt síðan, at fiskiskapurin eftir upsa hevur roynst so vánaligur sum seinastu tíðina, sigur stjórin.

Magnus Jespersen, sum eisini er stjóri í Sandoy Seafood, fegnast annars um óføra góðu gulllaksaveiðina, tó at gulllaksavertíðin merkir, at Eysturbúgvin, sum plagar at leggja veiðina upp til Sandoy Seafood, ikki fiskar upsa í løtuni.

- Lítil upsi kemur upp á land í løtuni, og hetta merkir gongdina á fiskavirkjunum, sum virka upsa, sigur Magnus Jespersen.