Taxasjafførar hava stórt hjarta. og tá tíðindini um vánaligu flutningsmøguleikarnar hjá brekaðum á bústovnunum á Eirargarði spurdust í seinastu viku, so fóru taxasjafførarnir á bilstøðini AUTO beinanvegin til verka.
Taxasjafførarnir savnaði sínamillum ikki færri enn 3000 krónur, sum teir lótu óskerdar til komandi bussin hjá teimum brekaðu. Og óskoytið frá taxasjafførunum gjørdi, at samlaði inntøkan frá loppimarknaðinum táttaði fast í 80.000 krónur.
Og taxasjafførar kenna betri enn nakar, hvussu torført tey rørslutarnaðu brekaðu hava tað á Eirargarði, tí tað eru teir, sum oftast flyta tey.
Myndatekstur. Sjafførarnir hjá AUTO stuðlaðu teimum brekaðu dyggiliga.