Strandfaraskip Landsins hava seinastu dagarnar brúkt avloysaraskip til siglingina um Kalsoyarfjørð, hóast skipið ikki hevur loyvi at sigla við ferðafólki.
Sambært heimsíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins røkir Alpha Pilot ferðafólkasiglingina millum Kalsoy og Klaksvík, meðan Sam liggur vegna tekniskt brek.
Tað vísir seg tó, at tað hevur verið báturin Tjørnunes, sum hevur røkt ferðafólkaflutningin um Kalsoyarfjørð.
Nú vísir tað seg tó, at tað hvørki Alpha Pilot ella Tjørnunes hava loyvi at flyta ferðafólk. Hetta váttar Sjóvinnustýrið fyri in.fo.
Sjóvinnustýrið hevur nú givið Strandfaraskipum Landsins boð um, at siglingin hjá Tjørnunes og Alpha Pilot skal halda uppat beinavegin.