Danska sjóverjan roynir nú at fáa ungar føroyingar at útbúgva seg í sjóverjuni. Í næstu viku fer sjóverjuskipið Hvidbjørnen at vitja fýra pláss kring landið, har ungfólk fáa høvi at kunna seg um teir útbúgvingarmøguleikar, sum sjóverjan kann bjóða teimum.
Eli Lyngvej-Larsen á Færøernes Kommando sigur við Útvarpið, at hetta er fyrstu ferð, at sjóverjan hevur eitt tílíkt átak í Føroyum. Sama tiltak er eisini í Grønlandi. Í Danmark eru slík tiltøk vanlig, sigur hann.
Umframt at fáa upplýsingar um útbúgvingarnar innan sjóverjuna fáa tey ungu høvi at sigla við gummibáti, og tey sleppa eisini at royna roykkavaraútgerð. Harafturat kunnu tey luttaka í eini kapping um ein túr við sjóverjutyrluni.