Sjóverjan viðurkennir mistak

Tað var eitt mistak, at bjargingarbáturin var so seinur til hjálpar, tá tveir mans - faðir og sonur - doyðu, eftir at útróðrarbáturin, teir vóru við, varð ásigldur. Bjargingarstøðin í Grenå fekk ikki at vita um skipsbrotið út fyri Djurslandi fyrr enn ein tíma eftir, at vanlukkan var hend náttina til mikudagin.

- Hetta var eitt mistak, sum komst av einum samskiftistrupulleika, viðurkennur Søværnets Operative Kommando.

Teir báðir fiskimenninir stoyttu saman við eitt svenskt farmaskip. Teir lupu í havið, har teir lógu í ávikavist 40 og 80 minuttir, áðrenn bjargingartyrlan tók teir upp.

Bjargingarstøðin í Grenå hevur ein skjóttgangandi bát, sum kundi verið frammi eftir einum korteri, um fráboðanin var komin.