Sjóverja vitjaði býráðið í Klaksvík

Seinnapartin í gjár beyð, Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, til móttøki í Býráðshøllini í Klaksvík. Hetta varð gjørt í sambandi við, at Hvidbjørnen og Brimli luttaka í skránni á Føroya Sjómannadegi.

Manningarnar vórðu boðnar til eitt ábit saman við varaborgarstjóranum og umboðum fyri Føroya Sjómannadag.

Við støði í endamálsorðingini hjá Føroya Sjámannadegi, sum er at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera, og at hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki, takkaði Jógvan Skorheim fyri henda málsetning og teir mongu góðu, áhugaverdu og sømiligu sjómannadagar, ið verið hava.

Samsdundis takkaði hann skipara og manning á Hvidbjørnen og Brimli, at teir vóru við til at vísa Føroya Sjómannadegi tann heiður at taka lut í skránni og annars vera við í tiltøkum, sum vatnkrígg móti »Sjórænaraskipum« og bátum annars úr Klaksvík – hetta eisini at sýna Føroya Sjámannadag tann heiður og sóma, hann hevur uppiborið.

(Myndir. Dávur Winther)