Sjóvarmoy sokkin...

Í gjár skrivaðu vit um sluppungan Zealous, vanliga róput Zilius, sum er gamli Kambur, Bárasteinur og Reyði Kambur. Boðað hevur verið frá, at hann skuldi enda sum nýggjársbál, men at hann í evstu løtu varð bjargaður. Óli Olsen á Argjum hevur sent okkum niðanfyristandi hugarensl um bátin:

Hugarensl um jóltíðir

- Sjóvarmoy sokkin

Henda dagin, tú komst koyrandi fram við bátahylinum undir Gøtueiði, mátti tú bara ásanna, at ódnin eisini hevði sett síni spor har. Umfram at skræða tvey skip leys á Skála og tveita tey upp á land nærindis Skipanesi hevði hon gjørt enda á Sjóvarmoy ellu Heklu, sum hon nú æt. Hon lá undir í sjógv – sokkin við brúnna. Sjóvarmoy hevur annars tikið sær av løttum seinastu árini – nýtt sítt otium, kundi tú sagt.

Ein skjóttsiglandi glastrevjabátur lá hinumegin brúnna, men tey bæði høvdu ikki so nógv til felags. Øðrvísi varð, tá ið báturin fór, og motorbáturin Zealous kom at liggja í staðin. Henda bátin smíðaði Laurits í Mortansstovu í Havn fyri skjótt hundrað árum síðani. Nú var lagamanni at tosa um gamlar dagar, og tú mest sum kendi á tær, at samljóðið var í hæddini. Motorbáturin skal nú helst halda seg innansyndis, tað ið eftir er av skeiðnum, og ikki fara út hagar, har bárurnar bróta. Umframt at tosa sama mál, so eru tær úr sama tilfari: eik og furu.

Reinhold Jacobsen smíðaði Sjóvarmoy í 1973. Hann var ættaður úr Fuglafirði, men kom til Klaksvíkar, tá ið teir fóru at leggja Klaksvíkar Sleipistøð í 1927. Arbeiðið var liðugt árið eftir, men Reinhold varð verandi og gjørdist skipstimbrari á Stórubeding. Krígsárini var hann eitt skiftið á Varpinum, har bróðir hansara Jákup úr Fuglafirði var meistari. Jákup hevði lært skipasmíð í Skagen og gekk á odda at byggja og umbyggja skip hjá stórfyritøkuni J.F.Kjølbro.

Reinhold var føddur í 1908 og fór at umvæla sluppir á floti á Skálafjørðinum um 1925 saman við Jógvani Zachariassen, Gøtu-Jógvani. Á hesum liði vóru eisini aðrir ungir, og vit kunnu nevna gøtumenninar Høgna Zachariassen (bróðirson Jógvans), Heina Heinesen og Jógvan Martin Lervig. Gøtu-Jógvan lærdi skipasmíð í Danmark og flutti seinni til Fuglafjarðar, har hann serliga skuldi halda skipini hjá Gamla Sámal Peturi siglandi.

Jógvan var helst fyrsti bedingsmeistari í Fuglafirði, og har gekk hann á odda at umvæla og umbyggja skip og deksfør . Vit kunnu eitt nú nevna sluppina Krosstind, sum varð tikin upp á vári 1946. Hon skuldi umbyggjast og hava nýggjan motor. Væl hevur verið smíðað, tí tá ið avtornaði, var einans kjølurin eftir av gamla skipinum. Tá ið fiskifarið fór á flot aftur, fekk tað navnið Gulldrangur og var í mong ár sera væl umtókt skip.

Jógvan Zachariassen fór at arbeiða hjá skipasýninum, og Høgni Zachariassen loysti hann av sum bedingsmeistara. Og tað var sonur Høgna, Leivur Zachariassen, sum átti tekningina, sum teir mongu 20-tonsararnir vórðu smíðaðir eftir sekstiárini. Fiskimúli var ein teirra. Han var smíðaður í Fuglafirði í 1966. Høgni stóð fyri arbeiðnum. Og so kunnu vit nevna Óla Zachariassen, sum eisini var sonur Høgna. Óli var stjóri á Skála Skipasmiðju í mong ár, og hann minnast vit serliga væl í sambandi við tey mongu stóru stálskipini, sum smíðað vórðu til fyri umleið tjúgu árum síðani.

Sum eg havi skilt, hevði Reinhold hug at at smíða skip. Á sleipistøðini hjá Kjølbro smíðaðu teir nøkur skip fyri og eftir kríggið, men síðani Selurin fór av bakkastokki umleið 1960, høvdu teir burturav tikið sær av umvælingum og umbyggingum. Tá ið so Karstin í Tjørnuvík heitti á Reinhold Jacobsen at smíða sær bát av tí slagnum, sum teir gjørdu á Strondum – 15 tons frambygdan bát – játtaði Reinhold og strekti kjølin á Stongum, har sum egningarskúrarnir nú standa.

Báturin varð sjósettur tann 11. august 1971 og fekk navnið Elbjørg. Tá ið avtornaði, gjørdist hetta súðubygda farið 20 tons. Karstin Drenkstein og Asbjørn Vang átti bátin. Brøðraberg var annar. Hann fór á flot árið eftir og var eisini frambygdur og 20 tons. Síðani komu Dúgvuberg og Sjóvarmoy. Teir vóru sama slag, men høvdu kortini húsið har afturi.

Medicus, nýggi læknabáturin, var tann seinasti, sum Reinhold Jacobsen, Arnold Olsen og Jógvan Johansen smíðaðu á Stongum. Hann var slættur ella kravelbygdur, sum teir rópa, og fór av bakkastokki í 1975. Medicus fór at røkja sjúkraflutning í Norðuroyggjum og Norðureysturoy. Seinni varð hann seldur til Danmarkar, og seinast vit frættu, sigldi Medicus út frá Middelfart. Sum skilst siglir hann út í Lítlabelt við fiskihugaðum ferðamonnum og –kvinnum.

Álvur Zachariasen í Klakvík læt Sjóvarmoy smíða. Poul Jóhan Joensen hjá Froda var skipari nakað nógv, tí at Álvur hevði sítt starv at røkja á sjómansskúlanum. Teir vóru vanliga fýra mans, og um summarið royndu teir ofta eysturi á Dunnhøvdinum, sum teir rópa, einar 60 fjórðingar úr Skorðini. Settu 48 stampar, og fiskikapurin lá javnt um 10-12000 pund upp á setuna. Fýra koyggjur vóru í lugarinum, og har var rúmsátt at kokkast. Í 1976 seldi Álvur Zachariassen bátin út á Toftir.

Gleðilig jól

Óli Olsen

sandagota@gmail.com